
Nýggja farmaskipið hjá Smyril Line Cargo, Mykines, er nú á veg til Hollands á fyrsta túri sínum úr Þorlákshöfn í Íslandi. Skipið skal sigla eina ferð um vikuna millum Þorlákshöfn og Rotterdam. Skipið kom til Þorlákshöfn seinnapartin fríggjadagin, og setti seint sama kvøldið kós ímóti Rotterdam, hagar teir koma í annaðkvøld. Farmurin úr Hollandi á fyrsta túrinum fevndi um byggitilfar og matvørur, meðan teir við sær úr Íslandi til Hollands í høvuðsheitum hava feskan fisk.
Stór mannfjøld var samankomin á bryggjuni á Þorlákshöfn at taka ímóti Mykinesi fríggjadagin, skrivar Morgunblaðið.
Sambært blaðnum var talan um eina søguliga hending, tí í Þorlákshöfn hevur verið arbeitt við at skapa áhuga fyri at brúka havnina sum útflutningshavn, síðani fólk av álvara fóru at seta seg niður har fyri sjeyti árum síðani. Nú er hesin dreymurin loksins vorðin veruleiki.
Í Þorlákshöfn seta tey stórar vónir til verkætlanina hjá Smyril Line Cargo í vón um, at tað fer at styrkja vinnulívið í býnum og har um leiðir.
Siglingartíðin millum Þorlákshöfn og Rotterdam er sløk trý samdøgur.