* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Maersk-bingjuskip við bryggju í Mumbai í India.

Myndugleikar í India kanna Maersk fyri brot á kappingarreglurnar

Indisku myndugleikarnir hava sett kikaran á danska reiðaríið, Maersk. Sambært Reuters verður Maersk-samtakið kannað fyri at hava brotið kappingarreglurnar í India - saman við kappingarneytanum, DP World.

Mistanki er um brot á kappingarreglurnar í sambandi við havnarterminalarnar, sum feløgini reka í Mumbai. Tað upplýsa fimm keldur, sum standa feløgunum nær sambært Reuters.

Myndugleikarnir eru farnir at kanna tey bæði feløgini, eftir at PSA International, sum hoyrir heima í Singapor, hevur kært feløgini.

Kæran varð latin indisku myndugeikunum í júni í ár, og hon gongur uppá, at Maersk og DP World hava sett forðingar fyri, at handilin hjá PSA International skal vaksa.

Talan skal vera um avtalað spæl millum Maersk og DPV World í sambandi við kostnaðin, sum tær báðar fyritøkurnar taka. Tær báðar fyritøkurnar skulu hava kravt hægri kostnað fyri at arbeiða við bingjum, sum komu umvegis ein PSA-terminal, og tað vil PSA International ikki finna seg í.

Kelda: Shippingwatch