* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Myndugleikar undrast: 57 sjómenn úr Argentina eru smittaðir við korona

Aftaná at havið verið til skips í fimm vikur, og hóast negativar royndir og sóttarhald, áðrenn farið varð av stað, eru 57 argentinskir sjómenn smittaðir við korona. Og tað undrar stórliga.

 

Tað upplýstu myndugleikarnir í Tierra del Fuego í Argentina í gjár, mánadagin.

 

Trolarin, Echizen Maru, fór til lands aftur, eftir at fleiri av manningini høvdu fingið tekin um at hava fingið koronavirus.

 

Myndugleikarnir siga, at 57 av 61, sum manningin er íalt, hava fingið staðfest koronasmittuna í nýggjum royndum. Tveir hava ikki fingið svar enn.

 

Hetta hendir, hóast øll umborð hava verið í sóttarhaldi í 14 dagar, áðrenn skipið setti kós út á fiskifeltið.

 

“Áðrenn tað vístu allar royndir, at sjómenninir ikki høvdu koronasmittuna,” skriva heilsumyndugleikarnir í einum tíðindaskrivi.

 

Leandro Ballatore, sum er leiðari á deildini fyri smittusjúkur á sjúkrahúsinum í býnum, Ushuaia, heldur, at talan er um eitt heilt serligt mál, tí so long tilgerðartíð fyri koronavirusið ikki er fráboðað nakrastaðni higartil.

 

Tilgerðartíðin er tann tíðin, sum gongur, frá tí at fólk verða smittað við einari sjúku, til tey byrja at vísa tekin um sjúkuna. Sambært danska Serumstovninum verður vanliga sagt, at tilgerðartíðin fyri korona vanliga liggur millum 2 og 12 dagar.

 

Keld: Søfart/ritzau/AFP