* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú nærkast, at tað verður greitt, hvør kemur at sita í Tinganesi næstu árini.

Nærkast einum nýggjum samgonguskjali

Samgongusamráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin verða tiknar uppaftur í dag, mánadagin. Sunnudagin hildu flokkarnir frí.

 

Sambært Kringvarpi Føroya sótu samráðingarfólkini og tingaðust til kl. 22.00 leygarkvøldið, og tá var komið ígjøgnum meginpartin av einum nýggjum samgonguskjali.

 

- Samráðingarnar ganga væl, og nú eru bara einstøk mál eftir at avgreiða, áðrenn vit fara at hoyra um eina nýggja samgongu, sigur altso samráðingarleiðarin, Bárður á Stein Nielsen, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Enn eru partarnir ikki komnir til málsbýti og uppaftur minni, hvørji møguligu landsstýrisfólkini verða.

 

- Samgonguskjalið verður ikki greitt mánadagin, men í vikuni, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið.