* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, tekur við sum norskur miðbankastjóri 1. desember í ár.

NATO-bossurin verður miðbankastjóri

Nú er avgjørt, at NATO-aðalskrivari seinastu árini, Jens Stoltenberg, verður miðbankastjóri í Noregi. Tað er í dag avgjørt, at Jens Stoltenberg skal taka við forstjórastarvinum í Norges Bank.

 

62 ára gamli Jens Stoltenberg tekur væntandi við nýggja starvinum 1. desember í ár.

 

Hetta tíðarskeiðið hjá Jens Stoltenberg í NATO gongur út í oktober. Hann er útnevndur sum bankastjói í eitt 6 ára tíðarskeið.

 

Til Jens Stoltenberg tekur við starvinum 1. desember, fer varastjórin í bankanum, Ida Wolden Bache, varabankastjóri, at røkja forstjórastarvið. Wolden Bache var annars eisini sjálv upp á spæl sum møguligur miðbangastjóri.

 

- Eg havi verið upptikin av at finna besta miðbankastjóran fyri Noreg, og eg eri tryggur við, at Jens Stoltenberg tekur uppgávuna á seg. Hann hevur eina blanding av búskaparligari bakgrund, samfelagsmedviti og leiðararoyndum sum fá onnur í Noregi, og tað er við til at gera hann væl fyrireikaðan til hetta starvið, sigur Trygve Slagsvold Vedum, fíggjarmálaráðharri.

 

Kelda: E24