* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjógvurin er klárur og reinur í veitunum í Venesia, og djóra- og plantulívið vaknar spakuliga aftur.

Náttúran tekur Venesia aftur

Nú, reikferðaskipini eru burtur, gávulutabúðirnar eru stongdar, og korona hevur lagt býin í dvala, vendir dýralívið í “La Serenissima-siglingarveitunum” aftur.

 

Hygg niður í siglingarveitirnar í Venesia í dag, og tú gerst bilsin. Sjógvurin er ikki bara reinur og klárur, tú sært eisini torvur av smáum fiskasløgum, rennandi krabbar og plantulív í alskins litum.

 

Tað skrivar The Guardian.

 

“Sjógvurin er bláur og klárur,” Sigur Floria Beggiato, sum eigur ernað hotellið, Metropole Hotel, sum liggur bara nøkur fet frá Stk Marks-torginum. Haðani sært tú út yvir “Venice-lagoon”.

 

“Her er róligt í sjónum, tí ongar aldur frá motorriknum bátum og skipum við ferðafólki órógva lívið í veitunum. Serliga eru tað stóru reikferðaskipini, sum gera munin, tey eru jú burtur, sigur Floria Beggiato.

 

Undir strongu korona-tiltøkunum og býarinnibyrgingini, fyri at forða koronasmittuna at breiða seg, eru allir túrar og tildøk bannað. Tað einasta tú sært, er onkur hendinga italienari, sum gongur kravda túrin við hundi sínum.

 

So ímeðan Venesia svevur, vaknar djóra- og plantulívið aftur í veitum og siglingarleiðum í býnum.

 

Kelda: The Guardian