* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, heldur fram sum formaður í Navnanevndini.

Navnanevndin er nú sett

Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði heldur fram sum formaður í Navnanevndini.

Navnanevndin varð seinast vald 1. februar í 2014 og skal sambært lógini setast av nýggjum fimta hvørt ár. Tað er landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, sum formliga setur umboðini í nevndini.

Í Navnanevndini sita tríggir limir og tríggir varalimir, valdir soleiðis: Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya og Mentamálaráðið mæla til hvør sín lim og varalim.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett hesar limir í Navnanevndina:  

  • Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, formaður, og Katrin Næs, cand. phil. í føroyskum og miðnámsskúlalærara, sum varalim.
  • Heri J. Joensen, sóknarprestur, nevndarlimur og Mariu J. Niclasen, sóknarprestur, varalimur
  • Hanna Ovadóttir, lærari, limur og Magni Joensen, lærari, varalimur

Uppgávan hjá nevndini er at gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a.

Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Nevndin tekur eisini avgerð um fornøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu góðkennast.