* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Navy Seals hava yvirtikið Morning Glory


Amerikanska verjumálaráðið boðar frá, at ein deild hjá Navy Seals hevur tikið ræðið á tangaskipinum Morning Glory í Miðjarahavinum og avvápnað tríggjar libyskar uppreistrarmenn. Manningin, ið telur 21 mans, er fríað. Ongin varð løstaður undir atsóknini.

Servandu amerikonsku hermenninir tóku skipið seint í gjárkvøldið í altjóða sjógvi, einar 18 fjórðingar í ein landssyning úr Kypros. Cyprus News Agency upplýsir, at tangaskipið nú er á veg vestureftir við amerikonsku hermonnunum umborð og í fylgi við fleiri amerikonskum herskipum. USA ætlar at fylgja skipinum aftur til eina stjórnarvinarliga libyska havn, sum tikið verður til.

Tangaskipið hevði síðani leygardagin ligið og andøvt í altjóða sjógvi í ein landssynning úr Kypros. Um midnáttarleitið í gjárkvøldið vóru kypriotisku myndugleikarnir varugir við, at skipið flutti seg við kós vestureftir. Kypriotisk skip vórðu beinanvegin send út at kanna málið, og tríggjar fjórðingar seinni steðgaði tangaskipið upp aftur sunnanfyri Limassol.

Kypriotiska uttanríkisráðið hevði, saman við øðrum grannalondum, 11 mars fingið áheitan frá stjórnini í Libya um hjálp við at fáa hendur á stolnu nøgdini av olju úr havnarbýnum Sidra í Libya.

Tangaskipið hevur ongantíð biðið um loyvi at leggja at í eini kypriotiskari havn.

Tað eydnaðist tangaskipinum at rýma úr libysku havnini um náttina í ringum veðri, sjálvt um libysk herskip høvdu roynt at blokera havnina. Men nú er skipið, ið siglir undir norðurkoreanskum flaggi, við amerikanskari hjálp so á veg aftur til Libya.


Kelda: Famagusta Gazette