* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Neyðarróp frá manning, ið er slept upp á fjall

19 mans stóra manningin á turkiska/russiska tangaskipinum Natig Aliyev, ið hevur ligið fyri akkeri í tríggjar vikur út fyri Skagen, eigur meira enn eina fjórðings miljón dollarar til góðar í ógoldnari løn. Uttan brennievni og proviant rópar manningin nú neyðarróp.

”Vit hava brúk fyri hjálp at fáa okkara løn og ferðaseðlar, so vit kunnu sleppa heim. Fleiri av manningini hava longu endað sínar sáttmálar”, stendur í neyðarrópinum frá russisku og ukrainsku manningini til danska umboðið hjá ITF, Morten Bach.

ITF er altjóða flutningsarbeiðarafelagið.

Sambært uppgerðunum hjá manningini skyldar reiðaríið, sum ikki hevur útgoldið løn í fýra mánaðir, meira enn 250.000 US dollarar í løn. Skipið kom sambært manningini til Ålbæk bugt fyri 21 døgum síðani, og liggur framvegis fyri akkeri. Síðani tá hava danskir myndugleikar verið umborð og gjørt arrest í skipinum, orsakað av ógoldnum rokningum.

Skipið siglur undir maltesiskum flaggi.

Sleppur ikki undan at gjalda

”Tíbetur er manningin eftir seinastu uppstigingina í Maritime Labour Convention tryggjað tað, hon eigur til góðar, umvegis eina trygging, sum reiðarin ikki kann bera seg undan at tekna”, sigur ITF-umboðsmaðurin Morten Bach.

Hann hevur ikki enn havt umstøður at fara umborð á tangaskipið, men er allatíðina í sambandi við manningina umvegis teldupost. Ymisk tiltøk eru nú sett í verk, so manningin í øllum førum fær mat og hita til hon kann fara heim.

Danska Sjóvinnustýrið er farið inn í málið eftir áheitan frá ITF. Turkiska reiðaríið Palmali, sum hevur handilslig sambond við Russland, eigur skipið. Hetta er aðru ferð í fýra mánaðir, at ITF í Danmark noyðist at leggja upp í til tess at tryggja tilgóðahavandi løn til sjófólk í reiðarínum Palmali.

Í oktober lá gasstangaskipið Masalli í Aarhus, har ITF-umboðsmaðurin Morten Bach var umborð og fekk trygd fyri 134.000 dollarum, sum manningin átti til góðar. 

Kelda: maritimedanmark.dk