* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Neyðugt at hækka oljuprísin

Grundleggjandi trupulleikin hjá oljufeløgunum er, at tað er vorðið so dýrt at fáa oljuna upp. 

Tað skrivar Seadrill í ársfjórðingsfrágreiðing síni sambært Dagens Næringsliv. 

Hóast øktar inntøkur og vinningsbýti, fall partabrævavirðið í keypskálanum í Oslo bæði í gjár og fyrradagin. 

Orsøkin eru millum annað framtíðarútlitini, sum felagið sjálvt sær tey í frágreiðingini. 

Døpur tøl 

Kostnaðirnir fyri hvørja framleidda tunnu av olju rúka upp í loft, og stóru oljufeløgini stríðast við at lúka krøvini hjá bæði bankasambondum og partaeigarunum. 

Síðani 2005 eru 314 nýggir boripallar komnir inn á marknaðin. Tilsamans umboða teir íløgur upp á 114 miljardir dollarar og hava økt heimsins flota av boripallum við 53 prosentum. 

Samstundis er heimsframleiðslan av frálandaolju minkað úr 24 miljónir tunnum um dagin til 22,5 miljónir tunnur um dagin. 

Síðani 2003 er talið á boripallum við sáttmálum í Norra økt við 174 prosentum. 

Í sama tíðarskeiði er framleiðslan fallin 18 prosent. 

- Hetta gevur eina sera góða mynd av stóru avbjóðingunum hjá oljufeløgunum. Heimurin hevur í dag brúk fyri munandi fleiri boripallum til tess at útvinna eina tunnu av olju enn hann gjørdi fyri bert tíggju árum síðani, skrivar Seadrill og staðfestir, at hetta upp á stutt sikt eru góð tíðindi hjá boripallafeløgunum. 

Í dag er brúk fyri 130 ultradjúpvatnsboripallum fyri at fáa eina ultradjúpvatnsframleiðslu upp á eina miljón tunnur. 

Oljuprísurin upp 

Samstundis økist heimsins orkutørvur í tíggjuárunum, ið koma. Olja og gass skal sambært altjóða orkustovninum IEA og øllum øðrum greiningum standa fyri tveimum triðingum av hesi nýtsluni. 

Og nú fella íløgurnar hjá øllum teimum stóru oljufeløgunum. Kostnaðirnir eru øktir munandi ár eftir ár, og torførari er nú at útvega kapital til útbyggingar, hóast ein støðugan høgan oljuprís. 

- Avleiðingin er, at bíleggingarnar av nýggjum boripallum halda uppat, og hetta fer at fáa avleiðingar fyri útveganirnar trý til fimm ár seinni. Tað sóu vit í 2012 og 2013, tá avleiðingarnar av fíggjarkreppuni komu, skrivar Seadrill. 

Heildarstøðan á marknaðinum gevur grundarlag fyri einum hægri oljuprísi, heldur Seadrill. 

Nevndin í Seadrill heldur, at marknaðarrákið fer at hava við sær lægri oljuframleiðslu í árunum sum koma. Saman við einum sum heild trýstum marknaði og politiskum ótryggleika í fleiri oljuframleiðandi londum, kann hetta elva til hækkingar í oljuprísinum. 

Sannlíkt er, at næsta økingin í framleiðsluni er treytað av einum hækkandi oljuprísi. Alternativt noyðast oljufeløgini at stytta um tíðina frá tí at olja er funnin til farast kann undir framleiðsluna, so betrast kann um kapitaltilgongdina. 

Nevndin í Seadrill vísir á støðuna millum 2003 og 2013, tá ein hækking av oljuprísinum úr 30 til 110 dollarar fyri tunnuna fíggjaði ein framleiðsluvøkstur upp á 10 miljónir tunnur um dagin.