* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Niðurraðfesta trygdarstigið í Omanvíkini

Tað var ein ríkis-aktørur, ið framdi herverkini móti fýra oljutangabátum uttanfyri Emiratirnar í mai mánaða í ár, stendur í einari frágreiðing.

 

Hinvegin eru ongi prógv fyri, at tað júst var Iran, ið stóð aftanfyri. Eitt av skipunum, sum herverk varð framt ímóti, var norska “Andrea Victory”, sum Champion Tankers í Bergen eigur og rekur.

 

Skipini vórðu rakt av spreingingum, sum eftir øllum at døma stavaðu frá minum, sum væl vandir kavarar høvdu fest í skipsskrokkin.

 

USA hevur skuldsett Iran fyri at standa aftanfyri álopini.

 

Trygdarráðið hjá ST fær endaligu frágreiðingina, sum verður løgd til grund fyri, hvat meira skal henda í málinum.

 

Norsku sjóvinnumyndugleikarnir siga seg ongar ítøkiligar hóttanir hava móti norskum skipum. Tí er avgjørt at niðurraðfesta trygdarstigið í Omanvíkini.

 

Kelda: Skipsrevyen