* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Her eru níggju av manningini á rækjutrolaranum Remøy á veg inn til Murmansk í gjár saman við umboðum fyri norska konsulátið í Murmansk. Í dag gongur leiðin víðari úr Kirkenes og heim. MYND: KJETIL ERVIK

Níggju av manningini á Remøy á veg heim

Níggju av manningini á norska rækjutrolaranum Remøy, ið hevur verið hildin aftur í Murmansk síðani 10. mai, eru nú á veg heim, skrivar heimasíðan hjá norska kringvarpinum NRK. Teir fóru við einum minibussi úr Murmansk til Kirkenes í gjár, og haðani gongur leiðin víðari heim í dag.

Tveir føroyingar eru millum 17 mans stóru manningina á Remøy, men ikki er greitt, um teir eru millum teir níggju, ið russisku myndugleikarnir hava loyvt at fara heim.

-Hetta er sjálvandi ein lætti hjá teimum, ið nú eru á veg heim, sigur skiparin Kjetil Ervik við NRK.

Hann og maskinstjórin, fyrsti maskinisturin, stýrimaðurin, kokkurin og tríggir dekkarar eru framvegis umborð á trolaranum.

Skipper Kjetil Ervik om bord i reketrålaren Remøy

Kjetil Ervik skipari rósar bæði síni manning, reiðarafelagnum og norska konsulátinum fyri handfaringina av málinum. MYND: REMØY HAVFISKE

Norska reiðarafelagið hevur seinastu dagarnar arbeitt við at fáa skift manningina út, og nú hevur umleið helvtin fingið loyvi at fara heim.

Trolarin skuldi fara heim av fiskileið, tá russisku myndugleikarnir brádliga komu umborð og tóku arrest í trolaranum.

Orsøkin var, at norsku fiskivinnumyndugleikarnir ikki høvdu fylgt umsóknina hjá Remøy um fiskiloyvi rætt út.

Teir høvdu gloymt at sett kross út fyri rækjuveiðu í skjalinum. Bæði teir umborð á Remøy og reiðaríið Remøy Havfiske trúðu, at talan var um eitt so lítið mistak, at tað kundi loysast uttan stórvegis hóvasták, men so varð ikki.

Trolarin varð biðin um at fylgja við inn til Murmansk, og har komu krøv um veðhald upp á 90 miljónir norskar krónur fyri at lata hann leysan aftur.

Hóast fleiri norskir myndugleikar hava roynt at fingið eina loysn á málinum, hevur hetta drigið út, og tað er framvegis ógreitt, nær trolarin sleppur heim aftur.

Kelda: nrk.no