* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Níggju fólk verða nú meldað aftrat í málinum um Scandinavian Star.

Níggju fólk í Scandinavian Star-málinum meldað aftrat

Avvarðandi-bólkurin eftir tey, sum doyðu í eldibrandinum á Skandinavian Star tvífaldar nú talið av av teimum, sum verða meldað til løgregluna.

 

Fimm tryggingarfólk og fýra sakførarar verða nú meldað til løgregluna aftrat fyri viðvirkan til tryggingarsvik og morðbrand, sum sambært avvarðandi og teimum, sum komu frá vanlukkuni á lívi, fór fram á Scandinavian Star í 1990.

 

Tað skriva Fyens.dk og Søfart.

 

Tey níggju fólkini verða meldað 28. juni, eftir at danski stuðulsbólkurin fyri tey, sum komu frá vanlukkuni á lívi – og avvarðandi til tey, sum doyðu í eldibrandinum á Scandinavian Star, í mai mánaða í ár meldaðu onnur níggju fólk til løgregluna fyri at hava lagt saman ráð um tryggingarsvik og morðbrand.

 

-  Tryggingarfólkini og sakførararnir høvdu ein illgrunaverdan leiklut í allari tilgongdini. Eftir fýra dagar sjóforhoyr aftaná á eldibrandin varð prógvað, at tryggingarskjøl vórðu broytt og skift út á ein hátt, soleiðis at tað líkist skjalafalsan. Haraftrat er gjørt eitt strategiskt arbeiði við at geva ta fatan, at danir áttu skipið, tí við veruliga amerikanska eigaraskapinum hevði rættarstøðan hjá teimum avvarðandi verið betri, sigur Mike Axdal, sum er talsmaður fyri stuðulsbólkin.

 

Mike Axdal, sum sjálvur var við Scandinavina Star vanlukkutúrin, og sum mist beiggja sín í eldinum, heldur tað vera illgrunavert, at ein av tryggingaravtalunum var gjørd bara tríggjar dagar áðrenn, kravda efritlitið av skipinum varð gjørt. Eitt eftirlit, har skipið varð mett at vera fullkomiliga óegnað at sigla.

 

Kelda: Søfart og Fyens.dk