* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Níggjunda hvørt starv verður niðurlagt í komandi Mærsk-reiðaríi

Umleið níggjunda hvørt starv í Hamburg Süd í Týsklandi kann hvørva, tá Maersk Line yvirtekur bingjureiðaríið. Tað skrivar shippingblaðið TradeWinds við innanhýsis skjølum í týska reiðarínum sum keldu.

Mærsk-fyritøkan er í holt við at keypa Hamburg Süd fyri 3,7 mia. evrur (27,5 mia. kr.), og tá tey bæði feløgini leggja saman, verður roknað við 350 til 400 mió. dollarum (2,2 til 2,5 mia. kr.) í árligum sparingum frá synergieffektum á rakstrinum við byrjan í 2019.

Henda upphæddin skal í høvuðsheitum finnast við at optimera samlaða rutunetverkið hjá reiðaríunum umframt umvegis betri gagnnýtslu av kapasitetinum í havnunum hjá Mærsk í deildini APM Terminals.

Men lagt er eisini upp til sparingar á landi, vísa skjølini. Av 1015 føstum Hamburg Süd-størvum í Týsklandi skulu 131 skerast burtur, meðan 19 nýggj koma ístaðin. Tað svarar til eina nettoskerjing upp á  11 pst.

- Faktum er, at samanleggingin við Hamburg Süd ber í sær lægri starvsfólkatørv enn frammanundan, skrivar reiðaríið sambært Tradewinds og heldur fram:

- Hetta merkir ikki neyðturviliga, at skerjingarnar verða settar í verk beinanvegin. Nýggju ætlanirnar og avleiðingarnar av teimum skulu heldur síggjast sum grundarlag undir nærri samrøðum og samráðingum. 

Ætlanin er framvegis at lata Hamburg Süd sigla víðari sum eitt sjálvstøðugt felag við egnum vørumerki og samleika. Men synergiir skulu fáast burturúr við at leggja ávíst virksemi saman millum feløgini.

Mærsk hevur lovað at almannakunngera fleiri smálutir um avleiðingarnar av keypinum, tá tað er endaliga avgreittt. Bíðað verður framvegis eftir góðkenning frá myndugleikunum í millum annað Kina og Suðurkorea, men reiðaríið væntar sjálvt at hava alt upp á pláss innan árslok.

Hamburg Süd umsetti fyri 6,2 mia. dollarar í 2016, og Maersk Line hevur gjørt greitt, at hetta skal lyftast upp á 10 mia. dollarar sum frálíður. Til samanberingar høvdu ljósabláu Mærsk-skipini ein samlaðan umsetning upp á slakar 21 mia. dollarar av bingjuflutninginum í fjør.

Kelda:/ritzau/FINANS