* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nísur.

Óvanliga nógvur fiskur lokkar nísur at finna sær føði nærindis oljupallum, hóast larmurin frá ídnaðarvirkseminum vanliga ræðir smáhvalir burtur, vísir ein kanning, sum Technical Sciences á Aarhus Universiteti hevur gjørt.

 

Eitt granskaralið legði 21 lurtistøðir á botnin á Norðsjónum. Innasta lurtistøðin lá beint undir ógvuliga stóra Dan F-oljupallinum, meðan uttasta lurtistøðin lá 25,6 kilometrar burtur frá pallinum. Ein av mongu lurtistøðunum varð løgd mitt ímillum við eldra oljubrunnin, Regnar, sum ikki framleiðir olju longur.

 

Lurtistøðirnar lógu í Norðsjónum í tvey ár og tóku upp øll ljóð undir vatnskorpuni. Her vóru ljóð tikin upp frá skipum og oljupallum, men eisini frá nísum. Serliga sonevndu “buzz-ljóðini” frá hvalunum hoyrast væl, hetta eru ljóð, sum hvalirnir gera, tá teir leita eftir føði.

 

- Tað, vit vita, er hetta fyrsta kanningin yvirhøvur av nísum og teirra leitan eftir føði alt árið kring oljupallar, sigur seniorgranskarin, Jonas Teilmann, sum arbeiðir á Institut for Bioscience, á Aarhus Universiteti, og sum hevur skipað fyri kanningunum.

 

Granskararnir tóku upp ljóð frá nísum alt samdøgrið, og teir hoyrdu, at hesir smáu hvalirnir leita meira eftir føði um náttina enn um dagin. Ein orsøk kann vera, at ljósið frá pallunum um náttina dregur djóraplankton, høgguslokk og fisk til pallarnar. Tað setur gongd í eina virkna føðiketu, sum endar við nísunum.

 

Kelda: Søfart