* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Somaliskir sjórænarar verða handtiknir.

Nógv færri sjórænaraálop í 1. ársfjórðingi í ár

Talið á sjórænaraálopum var 1. ársfjórðing 42 prosent lægri enn sama tíðarskeiðið í 2018. Tað stendur í einari frágreiðing hjá International Maritime Bureau (IMB). Fyri fyrstu ferð í 25 ár var onki skip tikið hetta tíðarskeiðið.

 

Fallið uppá 42 prosent merkir, at 28 færri tilburðir av sjórænaraálopum vórðu skrásettir 1. ársfjórðing. Í fjør vórðu 66 álop skrásett hetta tíðarskeiðið.

 

Í frágreiðingini stendur, at sjórænarar gingu uppá 27 skip, og skotið varð eftir rænarum sjey ferðir.

 

- Seinasta frágreiðingin hjá IMB lívgar. Hinvegin eru hagtøl yvir 1. ársfjórðing ikki nóg eftirfarandi til at kunna meta um, hvussu støðan verður restina av árinum, sigur Pottengal Mukundan, stjóri í IMB.

 

Flestu sjórænaraálopini vóru skrásett í Guineavíkini út fyri Nigeria við í alt 22 tilburðum. Tað var eisini her, at flestu sjófólkini vórðu tikin til gísla. Í alt 21 sjófólk vóru tikin til gísla í fimm tilburðum 1. ársfjórðing.

 

Í indonesia var talið á tilburðum eisini lágt 1. ársfjórðing, bara tríggir tilburðir vórðu skrásettir, og tað er tað lægsta síðani 2010, stendur í frágreiðingini.


Kelda: Maritime Danmark