* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Talið á skipbrotum á heimshøvunum er nógv minkað.

Nógv færri skip søkka á heimshøvunum

Talið á skipum, ið søkka av vanlukkum, minkar í stórum. Í fjør var talið av skipbrotum metlágt. Tað vísir ein uppgerð, sum tryggingarfelagið, Allianz, hevur gjørt. Ein fjórðingur av skipunum søkkur í einum ávísum øki.

 

Í 2018 sukku í alt 46 skip á heimsin høvum, og tað var helvtina minni enn árið fyri, vísir ein uppgerð hjá tryggingarfelagnum, Allianz.

 

Árið fyrr var talið á skipum, ið sukku, 98, og í 2000 sukku ikki færri enn 207 skip.

 

Tað er samstundis 55 prosent lægri enn 10 ára miðaltalið uppá 104 skip, skrivar Allianz, sum vísir á “hepnar umstøður” og sum heild betri trygd til sjós sum høvuðsgrundir til jaligu gongdina.

 

- Betri skipasnið, tøkni, strangari reglur og stýriskipanir umborð hava eisini forðað fyri størri vanlukkum, verður sagt í frágreiðingini hjá Allianz.

 

Ímeðan samlaða talið av skipbrotum sum heild er metlágt, henda flestu skipbrotini serliga í einum ávísum øki, nevniliga í “nýggja Bermuda-trýhyrninginum” millum Filipsoyggjar, Indonesa og Suðurkina. Í fjør sakk ein fjórðingur av øllum skipum, sum sukku hetta árið, nevniliga 12 skip, í nýggja Bermuda-trýhyrninginum.

 

Kelda: Shippingwatch