* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nógv gass og mildur vetur koyrt prísin á gassi í botn

Ein mildur vetur og yvirflóð av gassi hevur sent prísirnar á gassi í Evropa í kjallaran. Talan er um lægsta prísin í 10 ár.

 

Við prískanningar-miðdeplar sum bretska NBP og hollendska TTF er prísurin fallin við ávikavist 52 og 47 prosentum frá tí, hann var hægstur í fjørheyst.

 

Sambært Bloomberg er prísfallið í bretska gassprísinum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár tað størsta seinastu 10 árini. Í Asia er prísfallið uppaftur størri. Har er prísurin farin niður í um helvtina bara síðani nýggjárið.

 

Ein stór orsøk til prísfallið eru stóru mongdirnar av gassi úr londum sum USA, Avstralia og Russlandi.

 

- Størsta prísfallið er í Asia. Allar tær nýggju LNG-ætlanirnar, sum vónaðu ein prís uppá 18 dollarar “per million british thermal unit”, halda fram - hóast prísurin er farin niður um fimm dollarar, sigur ráðgevarafelagið, Sund Energy.

 

Kelda: E24