
Nógv rós til manningina á Emmu Mærsk
Mærsk Line eru sera takksamir fyri hvussi manningin á Emmu Mærsk handfóru óhappi, táið skipið tók nógvan sjógv inn ávegis ígjøgnum Suez veitina.
Hevði tað
ikki verði góður sjómansskapur og eitt væl skipa samarbeiði millum manningna,
so kundi óhappið haft nógv størri fylgjir við sær. Og tað gerð seg galdandi
allan vegin heilt frá Skiparinum Marius í Garðastovu og Maskinstjóranum Michael
Sorts og fyri alla manningina. ’’Um ikki manningin hevði gjørt sum hon gjørdi,
so høvdu vit staði í einari nógv verri støðu bæði tekniskt og fíggjarliga’’,
siga bæði Frans Sommer Reuss og Ole Graa Jaksobsen frá teknisku deild hjá Mærsk
Line við Søfart.
Tað hevði
sera stóran týdning at Maskinstjórin tók tað avgerð at steðga el veitingini, tá
ið hann sá hvussu skjótt sjógvur streymaði inn, og hevur tann avgerðin spart
Reiðaríðinum nógvar millinónir. Tað hevði eisini stóran týdning at
Maskinstjórin gjørdi skiparinum greitt, at hann bara hevði 15 minuttir at fáa
skipið burtur úr skipafylginum, áðrenn skipið mistið el veitingina. Hevði
skipið ikki sloppi burtur úr skipafylgið, so kann man bara ímynda sær, hvussu
stórt fíggjarligt krav tað hevði ført við sær frá mynduleikunum sum vara av
Suez veitina.
Skiparin
Marius í Garðastovu hevur verði við Emmu Mærsk síðani hon fór í sigling í 2006,
og hóast tað trublu støðuna, so visti hann beinanvegin hvussu berðast skuldi
at. Eitt var at fáa kjempuna Emmu Mærsk at sigla sum vildi við minni
maskinorku, eitt annað at fáa skipið úr skipafylginum, við tí nógva
síðuvindinum. Men lagnunar speisemi vildi tað so, at júst Marius í Garðastovu
er tann skipari hjá Mærsk Line, sum hevur verði við til at gerða siglingar
leiðbeiningar, hvussu farast skal fram undur slíkum umstøðum.
Bingu
goymslan hjá Mærsk Line í Suez kanaluni var beint fyri framman, og megnaði hann
at snara skipinum, sjálvt um vindurin var nógvur. Teir kundu síðani kasta akker,
so skipið lá trygt inntil slepibátar naka seinni kundu fáa skipil til kaj, so
byrjast kundi at tøma Emmu Mærsk fyri byngjur so skipið kundi gerðast lættari.
Kelda:
Søfart
Umsett: Martin
Sonny Frederiksen, www.antares.fo