* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nógv tangaskip send til upphøggingar higartil í ár

Talið á tangaskipum, ið eru send til upphøggingar í ár, er longu farið upp um samlaða talið, ið varð høgt upp í fjør, upplýsir VesselValue. Fyribils eru 16 VLCC´arar sendir til upphøggingar í ár ímóti 13 í øllum 2017. Men talið á nýggjum skipum kann fara upp um talið í 2016 og 2017.

Kreppa er framvegis á tangaskipamarknaðinum og tí er stóra talið á upphøggingum eitt gott tekin. Umframt tær 16 upphøggingarnar, ið VesselValue hevur skrásett, eru tveir fyrrverandi VLCC´arar farnir av marknaðinum og umbygdir til annað endamál, upplýsir Gibson Shipbrokers í síni vikuligu frágreiðing.

Sambært Gibson er miðalaldurin á skipum, ið eru send til upphøggingar í ár, fallin til 18,5 ár úr 21,5 árum í fjør. Økta upphøggingin er eggjað av hægri prísum, sum eru farnir upp um 450 dollarar/ltd seinastu mánaðirnar, sum sambært Gibson er tað mesta í trý ár.

Roknað verður við, at talið á upphøggingum fer at hækka upp aftur meira millum eldri skip, orsakað av komandi reglunum fyri barlastvatn og nýggju reglunum fyri útlát av svávuli.

Men javnvágin millum eftirspurning og útboð sær ikki út til at batna kortini, tí 58 nýggj tangaskip eftir ætlan skulu latast í ár. Einstøk verða kanska útsett til 2019, men kortini skulu upp aftur fleiri upphøggingar til, áðrenn javnvág verður á marknaðinum millum útboð og eftirspurning.

Í 2017 vórðu 50 nýggir VLCC´arar latnir til heimsmarknaðin, meðan talið í 2016 var 47.

Kelda: World Maritime News