* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bæði útlát og nýtslan av brennievni kann minka við 60 prosentum við einari magnskipan við blendingsravlaði (hybrid-battarískipan), sigur fyritøkan, ABB.

Nógvur peningur at spara hjá útróðrarbátum og bátum í alivinnuni

Nýggj tøkni kann spara upp í 60 prosent av rakstrarútreiðslunum, sigur framleiðslustjórin í ABB, John Olav Lindtjørn við Skipsrevyen.

 

Sambært John Olav Lindtjørn minkaði kaðalskipið, NKT Victoria, bæði útlát og nýtsluna av brennievni við 60 prosentum við einari magnskipan við blendingsravlaði (hybrid-battarískipan).

 

ABB hevur ment eina magnskipan í modulum, nevnd “Onboard DC Grid”, har ymsu staklutirnir í ravlaðselektriska framdráttinum eru ógvuliga smidligir sæð í mun til skipaslag- og nýtslu.

 

“Bátar, sum sigla og arbeiða í viðkvæmum og ávirkiligum økjum, fáa stórar rakstrarfyrimunir av at gera íløgur í nýggju tøknina umborð,” heldur Lindtjørn uppá.

 

Hann sigur, at til dømis koma smærri fiski- og alibátar, sum koyra uppá ravlað burturav, at larma minni, hava lægri rakstrarkostnað, og so vilja hesir bátarnir hava eitt útlát, sum er avgjørt null.

 

Kelda: Skipsrevyen