* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norden leigar grikskt tangaskip

Norden heldur fram við at víðka tangaskipaflota sín við einum eittárs leigusáttmála av einum grikskum MR-skipi, sambært meklarum. Sáttmálin kemur í endanum á einum ári, har danska felagið hevur havt úr at gera.

Danski eigarin sigst hava leigað tað 47.100-DWT stóra Sea Horizon (bygt í 2003) í millum 9 og 12 mánaðir fyri 13.500 USD um dagin. Skipið er eitt av 19 tangaskipum í flotanum hjá Laliotis-fyritøkuni, Sea World Management and Trading.

Norden noktaði sambært TradeWinds at gera viðmerkingar til leiguavtaluna.

Sambært seinastu útgávuni av Norden News, sum varð almannakunngjørd í gjár, leigaði fyritøkan í 3. ársfjórðingi tvey MR-tangaskip í langtíðarsáttmálum og fýra onnur við styttri sáttmálumi.

Nú er so líkt til, at ein eittárs sáttmáli aftrat er gjørdur um eitt grikskt MR-skip.

Kelda: TradeWinds