* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja havlaksalundin í Noregi.

- Ongin í heiminum hevur gjørt hetta fyrr. At hetta er gjørligt at gera í Hadsel og í Harstad í Noregi er nógv størri, enn tað ber til at ímynda sær, sigur ætlanarleiðarin í NSK Ship Design um Havlaksafarmin.

 

“Prosjekt Havfarm” varð skotið í gongd á vári 2015, og hetta er eitt samstarv millum norska Nordlaks og NSK Ship Design í Harstad.

 

Hin 22. desember 2016 fekk Nordlaks tíggju menningarloyvi at byggja støðugan Havfarm, men eftir kærur fekk Nordlaks í septeber í 2017 endaliga tilsøgn um í alt 21 menningarloyvi at byggja tveir ymiskar Havfarmar ella Havlundir: Eina støðuga havlund, altso, eina, sum ikki skal flytast, og eitt loyvi til eina Havlund, sum ann flytast.

 

Havfarmurin er smíðaður í Kina, men konseptið er ment og snikkað til í Noregi. Flestu leverandørarnir eru norskir.

 

Fasta Havlundin er 385 metrar long og 59,5 metrar breið. Hon hevur orku (kapasitet) til 10.000 tons av laksi, og er løgd út við Ytre Hadseløya í Hadsel kommunu í Vesterålen.

 

Fyri tveimum vikum síðan var fiskur sleptur í farmin, og sjálvur raksturin byrjaði.

 

Kelda: Skipsrevyen



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_Cpll89gDsA]
Sjónbandaupptøkur av nýggja havlaksafarminum.