* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norden-tangaskip bjargar 300 flóttarfólkum

Týskvøldið settu italsku myndugleikarnir, MRCC í Róm, seg í samband við Nord Farer, ið var á veg til Aliaga í Turkalandi, við áheitan um at hjálpa trimum bátum við flóttarfólkum í havsneyð. Manningin hjálpti øllum umborð og gav teimum mat og aðra neyðsynjarhjálp.

Norden tanker redder 300 migranter
Flóttarfólkini á dekkinum

Flóttarfólkini vóru stødd har suðuri í Miðjarahavinum í trimum gummibátum við páhangarum. Tilsamans 301 persónar vóru umborð, harav tann eini undir syrgiligum umstøðum hevði mist lívið, áðrenn Nord Farer kom á staðið. 

Nord Farer fekk boð um at seta kós móti havnini í Catania á Sicilia, har fólkini vórðu sett í land í gjáranáttina, og skipið heldur nú fram leið sína til Aliaga. 

Nord Farer er eitt sokallað handysize produkttangaskip við eini manning, ið telur 21 mans. Skipið er upp á 40.000 DWT, bygt í 2005 og siglir undir Singapore flaggi. Danska reiðaríið Norden A/S eigur og rekur skipið.

Kelda: Norden A/S