* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðmenn byggja njósnaraskip til Barentshavið

Norska fregnartænastan hevur bílagt eitt nýtt eftirlitsskip til virksemi í Barentshavinum. Skrokkurin, ið er smíðaður í Rumenia, er nú sleipaður til Noregs, har skipasmiðjan Vard Langsten hevur fingið uppgávuna at gera skipið liðugt. Tað skal vera klárt at seta í rakstur í 2016.

”Tað er gleðiligt, at skrokkurin endiliga er her. Skipið verður ein týdningarmikil brikkur í framhaldandi virkseminum hjá fregnartænastuni í Norðurøkinum. Talan er um nýtíðar orku, ið skal hjálpa til við at tryggja kunningartørvin hjá tænastuni næstu 30 árini”, siger leiðarin fyri fregnartænastuni, Kjell Grandhagen generalloytnantur. 

Í 2016 skal nýggja skipið avloysa Mariata, sum hevur røkt eftirlitið síðani 1995. 

Fregnartænastan skal brúka nýggja skipið í Barentshavinum, har fregnartænastan í skjótt 60 ár hevur havt eftirlit við m.a. hermálsligum virksemi. Her hevur Mariata síðani 1995 verið ein týdningarmikil kunningarkelda um slíkt virksemi. 

”Hetta er ein týdningarmikil verkætlan til tess at tryggja áhugamálini hjá Noregi í Norðurøkinum. Eftirlit við gongdini í økinum, sum hevur stóran strategiskan týdning fyri Noreg. Avgerðin hjá Stórtinginum at gera íløgur í eitt nýtt framkomið eftitrlitsskip er tekin um, at støðug norsk hjávera í Norðurøkinum verður raðfest høgt”, sigur Kjell Grandhagen. 

Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið 1,5 mia. norskar krónur. 

Kelda: Forsvaret.no