* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðmenn farnir undir risa sleip

Í gjár, hósdagin, byrjaði velduga sleipið av oljupallinum “Aasta Hansteen”. Pallurin skal flytast av leiðini norðanfyri Stord og slakar túsund kilometrar út í Norðsjógvin.

Hesin 70.000 tons tungi oljupallurin er 320 metrar høgur. Haraftrat koma 19 metrar long rør, sum skulu festast niðast á pallinum, tá hann kemur út á leitiøkið.

 

Við einari miðalferð upp á 2 míl verður roknað við, at sleipið fer at taka 12 dagar. Hetta er størsta sleipið í norskum sjóøki, síðan Troll-pallurin varð fluttur í 1995 – ella í 23 ár.

 

Fimm sleipibátar

Ikki færri enn fimm sleipibátar skulu flyta Aasta Hansteen longu ferðina út í Norðsjógvin. Sleipibátarnir hava í alt 150.000 hestakreftir. Feløgini, sum eiga teir fimm sleipibátarnar, eru Solstad/Farstad, Buksér og Berging, Olympic Subsea, DOF og Siem Offshore.

 

Høvuðssleipibátur er Skandi Vega. Hinir sleipibátarnir eru Normand Ranger, Siem Opal, Normand Prosper og Skandi Iceman.

 

Áðrenn sleipið byrjaði, varð sjógvur pumpaður úr skrokkinum, soleiðis at pallurin nú stendur 21 metrar hægri í sjónum enn frammanundan.

 

Meðan sleipað verður í skergarðinum, verða tríggir sleipibátar frammanfyri og tveir aftanfyri pallin. Her stingur pallurin 182 metrar, og har tað er grynst, eru bara 14 metrar frá niðast á pallinum og niður á botn. Omanfyri vatnyvirflatuna er pallurin 157 metrar høgur, tá hann fer fram við landið.

 

Tá Aasta Hansteen kemur út á leitimiðið, verður pallurin settur til akkersskipanirnar, sum eru gjørdar frammanundan. Í einum ringi kring pallin eru løgd 17 veldug súgviakker á havbotninum. Í hvørt súgviakker er ein 2.500 metrar long fipur akkerslína við ketu fest í hvønn enda. Í alt 42.500 metrar av akkerslínu skulu syrgja fyri, at Aasta Hannsteen-pallurin stendur tryggur og fastur.

 

Kelda: Skipsrevyen