* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rolls-Royce Commercial Marine hevur millum mangt annað verið við til at sniðgivið nýggju skipini til norsku Hurtigrutuna.

Norðmenn keypa Rolls-Royce Commercial Marine

Tað er norska Kongsberg-Samtakið, sum í dag boðar frá, at felagið hevur gjørt avtalu um at yvirtaka Rolls-Royce Commercial Marine.

 

Yvirtøkan merkir, at Kongsberg-Samtakið yvirtekur virksemið hjá Rolls-Royce, sum er knýtt at maritimum vørum, skipanum og tænastum, og sum dóttirfeløg hjá Rolls-Royce reka.

 

Partarnir eru samdir um, at Rolls-Royce Commercial Marine hevur eitt virði upp á 500 milliónir bretsk pund, tað er tað sama sum 4,2 milliardir føroyskar krónur. Endaliga keypsupphæddin er tengd at skuld, arbeiðskapitali og øðrum hjá Rolls-Royce Commercial Marines, tá handilin fer fram.

 

- Keypið hevur við sær, at vit standa meira sum ein heildarleverandørur til maritima ídnaðin. Hesin ídnaðurin verður alla tíðina meira og meira globaliseraður, og er í løtuni inni í tøkniligum og marknaðarriknum broytingum. Við hesum keypinum styrkja vit okkara støðu, sigur samtaksstjórin í Kongsberg-Samtakinum, Geir Håøy.

 

Kelda: Skipsrevyen