* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðmenn skulu útvega manningar til donsk gasstangaskip

Danska Lauritzen Kosan hevur gjørt avtalu við norska OSM Maritime um í framtíðini at útvega manningar til tey 26 gasstangaskipini í flotanum hjá Lauritzen Kosan. Higartil hevur felagið megnað uppgávuna innanhýsis. Tað skrivar TradeWinds.

- Í partalagi við SOM fara vit at leggja dent á venjingar og framhaldandi førleikamenning av manningunum. Hetta skal tryggja, at vit hava allarbestu fólkini til tey vaksandi krøvini á hesum serliga økinum, sigur Claus Winter Graugaard, stjóri fyri fleet management hjá Lauritzen Kosan, við TradeWinds.

Sambært upplýsingunum hjá miðlinum vóru í miðal 357 sjófólk við gasstangaskipunum hjá Kosan allatíðina í 2016.

Deildin hjá OSM Crew Management í Keypmannahavn skal sambært World Maritime News samskipa virksemið hjá Lauritzen Kosan.

Kelda: soefart.dk