* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
21 ára gamla írska fiskirannsóknarskipið, Celtic Voyager, skal nú skiftast út.

Norðmenn sniðgeva fiskirannsóknarskip til Írlands

Skipsteknisk AS í Noregi vann útbóðingina at tekna og prosjektera nýtt fiskirannsóknarskip til Írlands. Tað er 21 ára gamla Celtic Voyager, sum nú skal skiftast út við eitt spildurnýtt skip til Havrannsóknarstovuna í Írlandi.

 

Sáttmálin varð fyri kortum undirskrivaður í Dublin og snýr seg um sniðgeving, prosjektering, klassa og byggitekningar. Haraftrat skal norska Skipsteknisk AS hava eftirlit við arbeiðinum, tá skipið verður smíðað.

 

Skipsteknisk hevur drúgvar royndir, tá tað kemur til at sniðgeva og prosjektera granskingarskip, og felagið vann kappingina í stórari altjóða kapping.

        

Skipsteknisk hevur teknað eitt annað skip fyri írsku havrannsóknarstovuna, og tað var skipið “Celtic Explorer.”

 

Nýggja skipið skal smíðast og gerast út til gransking í fiskivinnu og havgransking. Skipið skal eisini útgerast at gera botnkortleggingar, og umhvørvis- og veðurlagskanningar.

 

Kelda: Skipsrevyen