* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðmenn vænta lægri oljuprísir

Norska stjórnin væntar lækkandi oljuprísir komandi árini.

Orsøkin er størri framleiðsla hjá amerikanarum og  minnið eftirspurningur í Kina.

Norðmenn rokna við, at ein tunna av olju fer at kosta umleið 600 norskar krónur í miðal, móti 625 norskum krónum, sum áður mett.

Roknast kann við, at í 2015 lækkar prísurin upp aftur meira, so at ein tunna av olju fer at kosta umleið 535 norskar krónur í miðal.

Hava norðmenn rætt í sínum spádómum, verður príslækkingin ein stórur fyrimunur fyri reiðaríðini, har oljan er ein stórur útreiðslupostur.

Kelda: NTB

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo