* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norðurkoreansk rakettútgerð.

Norðurkoreansk vápn umborð á kinesiskum skipi

Eitt kinesiskt farmaskip Joe Sun lastað við norðurkoreanskum vápnum hevur verið hildið aftur í Egyptalandi í meira enn eitt ár. Hald varð lagt á skipið, tá tað kom til Ain Sukhna í Reyða havinum 11. august í fjør eftir preii frá amerikonsku fregnartænastuni um møgulig norðurkoreansk vápn umborð á skipinum.

Tollarar funnu meira enn 30.000 rakettriknar granatir av norðurkoreanskum slag fjaldar undir tunnum við jarnmálmi. Seinni hevur tað víst seg, at lóðurið í roynd og veru var keypt av egyptisku verjuni fyri 23 miljónir USD hóast revsitiltøkini hjá ST móti handli við norðurkoreanskum vápnum og lóðuri. Hesum vísa egyptisku myndugleikarnir tó aftur.

Eftir at hald varð lagt á skipið, varð Jie Shun flutt til havnina í Al Adabiyah 27. august í fjør. Har hevur tað ligið síðani. 

Jie Shun upp á 4.788 DWT IE SHUN siglir undir kambodianskum flaggi og verður rikið av K BROTHERS MARINE CO LTD, við høvuðssæti í Dalian í Kina.

Her er ein video av fundinum undir tekstinum.

Kelda: news.com. au