* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðurkoreanska tangaskipið rýmdi undan libyskum herskipum

Eitt norðurkoreanskt oljutangaskip við eini ólógligari oljulast umborð, er rýmt undan herskipunum, ið fylgdu við tí, upplýsa libysku myndugleikarnir.

Skipið legði leygardagin at bryggju í Al-Sidra í Eystur-Libya, einum býi við eini stórari oljuavskipingarstøð, sum uppreistrardeildir hava eftirlit við.

Skipið skal hava lastað 234.000 tunnur av ráolju og er helst fyrsta skipið, sum hevur lastað olju frá hesi støðini, síðani uppreisturin móti sitandi libysku stjórnini byrjaði í fjørsummar.

Myndugleikarnir í Libya hóttu bæði við vápnaðum atsóknum og enntá loftálopum til tess at forða skipinum at sleppa burtur við oljuni, sum manningin keypti frá sjálvútnevndu uppreistrarleiðarunum.

Oljutangaskipið fór kortini frá bryggju, tætt fylgt av libyskum herskipum.

- Veðrið var vánaligt í Miðjarahavinum, og smáu herskip okkara megnaðu ikki at fylgja við tangaskipinum, sum slapp til rýmingar og sostatt kundi halda fram leið sína, greiddi libyski løgmálaráðharrin (myndin) ikki sørt nipin frá á tíðindafundi. .