* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eitt gamalt norðurkoreiskt skip er blást upp á land í fjøruni á eysturstrondini í Vladivostok í Sibiria. Hendingin fór fram, tá meldurríðin, Maysak, rakti økið. Tað skrivar miðilin, The Siberian Times, einum tweeti.

 

Sjónbandaupptøkur vísa, hvussu strandaða skipið hevur vakt áhuga millum fólk á leiðini.

 

Sambært fjølmiðlum er manningin framvegis umborð á norðurkoreiska skipinum, sum varð blást upp í fjøruna í Vladivostok hósdagin, og russiskir hermenn eru á veg at standa á varðhaldi kring skipið.

 

Talan er um somu meldurríð, sum eftir øllum at døma var orsøkin til, at djóraflutningsskipið, Livestock 1, holvdist og sakk. Myndugleikarnir óttast, at 41 av manningini, sum var upp á 43 í alt, eru deyð.

 

Kelda: Maritine Danmark