* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðurlendska ráðharraráðið vil hava altjóða plastavtalu

Í einari felags áheitan mæla Norðurlond til eina altjóða avtalu, sum skal minka dálkingina av plastikkburturkasti í havinum.

 

Plastdálkingin í havinum er ein heimsumfatandi umhvørvistrupulleiki, sum hóttir lív og vistskipanina og ávirkar fiskiskap, farmavinnuna á sjónum, ferðavinnu og so framvegis.

 

Neyðugt at broyta kós

Hóast alheimurin viðurkennir trupulleikan, verður kikarin ikki sett nóg nógv á tørvin at áseta neyðug altjóða krøv og stýring, heldur Norðurlendska ráðharraráðið.

 

- Vit hava tørv á at broyta kós og byrja at tosa um, hvat heimurin kann gera í felag. Onki einstakt land kann loysa trupulleikan einsamalt, sigur Ola Elvestuen, veðurlags- og umhvørvisráðharri í Noregi.

 

Norðurlendska ráðharraráðið samtykti eina plastyvirlýsing á fundi í Íslandi millum norðurlendsku umhvørvisráðharrarnar 10. apríl 2019. Í avtaluni verður skotið upp, at gjørd verður ein alheims plastavtala við tí endamáli, at verja havið.

 

Kelda: Norden