* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norðurlendskar ferðafólkaferjur verða nú farmaskip

Covid-19-kreppan hevur ført til stórar broytingar í uttanríkis ferðafólkaferðsluni í Norðurlondum.

 

Koronavirusið ávirkar eisini fleiri ferjurutur í Norðurlondum/Skandinavia. Í Eystursjónum hevur Ålendska, Viking Line eins og DFDS, sum hevur steðga farleiðini Keypmannahavn-Oslo, steðgað fyrst og fremst city-to-city minikrús-rutuni millum Stokkhólm, Mariehamn og Helsinki.

 

Kenda taxfree-farleiðin millum Kapellskär í Svøríki og Mariehamn á Ålandi er steðgað. Sama er galdandi fyri minikrús-rutuna hjá Viking Line millum Stokkólm og Mariehamn við krúsferjuni, Viking Cinderella.

 

Farleiðin hjá reiðarínum millum Stokkhólm, Mariehamn og Turku í Finnlandi heldur kortini fram fyribils, fyrst og fremst grundað á farmaflutningin. Støðan er tann sama á farleiðini hjá Viking Lines millum Helsinki og Tallinn, tó við færri túrum.

 

Okkara egna Smyril Line hevur eisini avgjørt, at Norrøna bara skal sigla við farmi í tvær vikur.

 

Farleiðin millum Umeå í Svøríki og Vasa í Finnlandi siglir framvegis, men við nógv færri ferðafólkum.

 

Fleiri aðrar rutur og onnur reiðarí hava annaðhvør steðgað ella avmarkað sína farleiðir í Norðurlondum.

 

Kelda: Søfart