* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Noreg ætlar at vinna America’s Cup

Norsk sjófólk hava verið millum heimsins bestu og hava vunnið eina rúgvu av heiðursmerkjum í stórum kappingum á havinum. Men tað hevur fyri tað mesta verið sum partur av manningum. Nú skal vend koma í, tí í 2025 fer Noreg fyri fyrstu ferð at vera við í America’s Cup undir norskum flaggi.

- Noreg skal vinna. Vit hava nógv fólk, sum duga væl at sigla, men tað týdningarmesta er, at vit eru fremst í teirri tøkni, sum verður nýtt í eini slíkari ætlani. Vit hava heimsins bestu maritimu útgerð og heimsins bestu fólk í rygginum, sigur Petter Mørland, sum er ein av stigtakarunum til tu.no.

75 fót langa játtin, sum norðmenn skulu kappast við, finst bara á telduni enn. Og hon kemur ongantíð at hava so øðiliga nógv við sjógvin at gera. Ætlanin er, at játtin skal sveima yvir havinum á einari hydrofoil við eini ferð upp í 50 míl.

Umframt at sigla America’s Cup-steypin heim til Noregs, skal játtin rigga sum flótandi framsýningarvindeyga fyri norsku sjóvinnuna.

America’s Cup er heimsins elsta kappsigling. Fyrsta kappingn var i 1851.

Kelda: Maritime Danmark/tu.no