* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska \"Hurtigrutan\" er í baldrutum sjógvi í løtuni, bæði so og so.

Noreg er hart rakt undir koronakreppuni

Koronakreppan herjar eisini í Noregi, ið samstundis er rakt av metlágum oljuprísum, sum hava havt við sær, at arbeiðsloysið er nógv vaksið – og hevur sent virðið á norsku krónuni í frítt fall. Hurtigrutan lokar niður og hevur bara onkra hendinga neyðrutu.

 

Hurtigrutan hevur boðað frá, at hon gevst við strandarsiglingini. Av 16 skipum fara bara tvey at sigla, og tey sigla sambært einari neyðætlan. Í alt steðga sostatt 14 av skipunum hjá reiðarínum, og eini 3.000 starvsfólk verða send heim.

 

Niðurleggingin av strandarrutuni varir fyribils til 19. apríl, meðan rannsóknarferðirnar steðga til og við 28. apríl, skrivar Hurtigrutan í einum tíðindaskrivi.

 

Forstjórin í Equinor, Eldar Sætre, sigur í einari viðmerking, at hann við sínum 40 árum í oljuvinnuni ongantíð hevur verið í nær námind av nøkrum líknandi, skrivar E24.no.

 

Oljuprísurin er fallin so nógv, at hann hevur ikki verið so lágur síðan 1991.

 

Talið á arbeiðsleysum er vaksið við 80.000 bara hesa seinastu vikuna.

 

Kelda: Maritime Danmark