* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra aftur størsti gassveitari í Vesturevropa

Norra er farið framum Russland sum størsti gassveitari í Vesturevropa, vísa hagtøl frá fyrsta ársfjórðingi.

Norra útflutti 29,2 miljardir kubikkmetrar av natúrgassi til Vesturevropa í fyrsta ársfjórðingi, vísa hagtøl frá Gassco, almenna norska felagnum, ið flytur gass úr Norra til Evropa.

Russland útflutti í sama tíðarskeiði 20,29 miljardir kubikkmetrar av natúrgassi til Evropa, vísa tøl frá russiska Gazprom.

Ukraina-kreppan

Í 2012 varð Norra fyri fyrstu ferð størsti veitarin av natúrgassi til Vesturevropa, men alt árið eftir endurvann Russland trúnuna.

Nú er Norra aftur størst, helst sum úrslit av politikkinum hjá ES at gera seg minni bundnan av russiskum natúrgassi, millum annað sum avleiðing av leiklutinum hjá Russlandi í Ukraina.

Fleksiblir prísir

Stóra fallið í oljuprísinum er helst eisini ein av orsøkunum til, at Norra aftur er størsti gassveitari.

Norra bjóðar meiri fleksiblar prísir og stóru keypararnir bíða við at keypa úr Russlandi í vón um, at lági oljuprísurin eisini fer at elva til bíligari russiskt gass.

Hagtølini vísa, at rákið byrjaði í síðsta ársfjórðingi í fjør, tá Vesturevropa keypti 29,5 miljardir kubikkmetrar av natúrgassi úr Norra og einans 19,8 miljardir kubikkmetrar úr Russlandi.

Norski marknaðarparturin øktist

Verður hugt at 2014 undir einum var Russland kortini størsti orkuveitarin til ES, vísa hagtøl frá ES-nevndini.

Russiski marknaðarparturin fall tó úr 43 til 42 prosent, meðan marknaðarparturin hjá Norra øktist úr 34 til 38 prosent í 2014.

Kelda: dn.no