* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra byggir bíligari enn asiatiskar skipasmiðjur

Ein nýggj frágreiðing vísir óvæntð, at asiatiskt-bygdir oljuboripallar samanlagt kosta Norra og oljufeløgunum 70 mia. nkr., enn tað hevði kostað at bygt teir í Norra. Talan er um meirútreiðslur upp á 75 pst., stendur í frágreiðingini.

Tað er viðurkenda greiningarfelagið Rystad Energy, ið hevur gjøgnumgingið útreiðslurnar í 11 norskum verkætlanum og er komin fram til heldur óvæntðu niðurstøðuna.

Sjey av teimum 11 sáttmálunum vórðu gjørdir við skipasmiðjur í Suðurkorea, meðan fýra vórðu gjørdir við norskar  skipasmiðjur. Grundgevingin fyri at brúka koreansku skipasmiðjurnar var, at sáttmálaprísurin var 25 pst. lægri.

Men soleiðis varð ikki.

“Samlaðu meirútreiðslurnar hjá operatøri og samfelag sum avleiðing av, at farið varð út um avtalaða prísin, seinkingar og longri byggitíð á asiatisku skipasmiðjunum eru mettar til 70 mia. nkr.,” stendur í frágreiðingini sambært miðlinum e24. no

Tær 75 pst. hægru útreiðslurnar býta seg við 22 pst., har farið varð út um uppruna sáttmálaprísin, 42 pst. virðistap vegna longri byggitíð og seinkingar og 11 pst. sum avleiðing av framleiðslusteðgum í sambandi við góðskutrupulleikar.

Sambært kanningini eru norsku operatørarnir Aker BP og Statoil tó munandi betri til at stýra veitingunum úr Asia. Tey bæði feløgini høvdu "bert" 36 pst. í meirútreiðslum tilsamans, meðan útlendsku operatørarnir á norska landgrunninum noyddust at slúka meirútreiðslur upp á 147 pst.

Kelda: e24.no