* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra fer at elta svávulsyndarar við dronum

Norra fer at brúka fimm dronur í eltingini av skipum, ið lata meira svávul út enn loyvt. Norska Sjóvinnustýrið hevur tikið upp samstarv við Vaktar- og Bjargingartænastuna um at brúka teirra dronur. Í Danmark hevur Sjóvinnustýrið eisini gjørt royndir við dronum í jagstranini av svávulsyndarum.

Handhildin spektrometur hava higartil verið einasta amboðið hjá norsku myndugleikunum í jagstranini av skipum, sum bróta reglurnar um eitt hámark av svávulútláti upp á 0,1 pst. Tískil hevur eftirlitið bert kunnað latið seg gjørt á skipum, ið liggja við bryggju.

Í Danmark kan ein “nøs” á Stórabeltsbrúnni sniffa seg fram til svávulsyndarar. Hetta fekk norska Color Line herfyri at merkja. Reiðaríið fekk eina bót upp á 600.000 nkr. Hetta er higartil størsta bótin í Norra fyri at bróta svávulreglurnar.

Í Norra heldur Sjóvinnustýrið, at fleiri svávulsyndarar sleppa í dag gjøgnum avmarkaða eftirlitið, men sum fara at verða avdúkaðir við dronum.

Dronurnar skulu leggja seg aftanfyri skipini og sniffa, um skorsteinurin letur meiri svávul út enn loyvt. Vísir hetta seg at vera so, gevur vaktar- og bjargingartænastan boð til Sjóvinnustýrið, sum kann vera til reiðar til eina ófráboðaða vitjan, tá skipið leggur at.

“At kekka við dronum fyrst merkir, at arbeiði okkara verður effektivari. Okkum nýtist ikki at fara umborð á skip, sum eru komin ígjøgnum dronueftirlitið,” sigur Alf Tore Sørheim, deildarstjóri í norska Sjóvinnustýrinum.

Eftir ætlanini skulu royndirnar vera lidnar í vár. Síðani vónar Sjóvinnustýrið at fáa atgongd til fimm dronur við ámonteraðum svávulsensorum.

Stýrið hevur longu boðað frá øktum eftirliti í ár - eisini áðrenn dronurnar verða tiknar í nýtslu.

Kelda: Sysla Maritime