* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra givið fýra svávulsyndarum stórar bøtur

Síðani 1. januar 2015 hava norsku myndugleikarnir givið bøtur til fýra reiðarí í støddini 200.000 til 400.000 norskar krónur. Bøturnar eru givnar reiðaríum, sum hava brotið markið fyri svávulinnihaldi í brennievni í sokallaðum SECA'um (Sulfur Emission Control Areas) upp á 0,10 pst., sum er galdandi í Norðurevropa og Norðuramerika og kom í gildi í 2015.

Samskiftisstjórin Dag Inge Aarhus í norska Sjóvinnuráðnum sigur sambært netmiðlinum Sysla, at bøturnar eru lutfalsliga høgar.

"Orsøkin er, umframt umhvørvisatlitið við ov høgum svávulinnihaldi, at vit ætla at forða fyri, at tey, sum ikki virða reglurnar, skulu fáa kappingarfyrimun av at brúka tað meira umhvørvisvandamikla brennievnið," sigur hann við Sysla.

Til samanberingar eru 21 brot um svávulsvik fráboðað í Danmark, og bøtur eru givnar í trimum av málunum.

Í Svøríki hava tey mótsatt í Danmark og Norra ikki havt eftirlit við svávulsyndarum síðani 1. januar 2015, og hetta hava millum onnur svensk reiðarí funnist harðliga at. Eftirlitið verður sett í verk í vár.

"Tað er pínligt, at tað hevur tikið stjórnini trý ár at koma við einum uppskoti, eftir at ásetingin er komin í gildi. Vit vóna, at uppskotnu tiltøkini eru nóg strong til at ræða frá at bróta ásetingina," segði Fredrik Larsson, umhvørvispolitiskur meðarbeiðari í Svensk Sjöfart, við ShippingWatch fyrst í hesum mánaðinum. Ein svensk kanning, ið varð almannakunngjørd í heyst, vísti, at tíggjundi hvør reiðari í donskum og svenskum farvatni ikki heldur svávulkrøvini.

Kelda: shippingwatch.dk