* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra langar kassan í fyri beaching-reiðarí

Norski tjóðbankin steðgar íløgum úr pensjónsgrunninum hjá statinum til navngivin reiðarí, sum leggja vertin í umhvørvi og mannarættindi.

Reiðaríini Evergreen Marine Corporation, Precious Shipping, Korea Line Corporation og Thorensen Thai Agencies verða útihýst úr pensjónsgrunninum hjá norska statinum - betri kendur sum Oljugrunnurin.

Orsøkin er, at reiðaríini senda skip síni til upphøggingar á strondum í Asia við vánaligum arbeiðsumstøðum og umfatandi dálking sum avleiðing. Avgerðin varð tikin við støði í tilmælum frá etiska ráðnum hjá grunninum, Etikkrådet. Tað skrivar norski tjóðbankin, Norges Bank, í tíðindaskrivi.

Pensjónsgrunnurin er sambært NGO Shipbreaking Platformen størsti íløgugrunnurin í heiminum við 1 prosenti av øllum íløgum í heimshøpi.

-Hetta er fyrstu ferð, at shippingfeløg eru útihýst úr einum íløgugrunni vegna vánaligar upphøggingarætlanir, og av tí at tað snýr seg um heimsins størsta íløgugrunn, sendir hetta greið boð til allar fíggingarstovnar um at gera tað sama, sigur Ingvild Jenssen, stovnari og stjóri í NGO Shipbreaking Platform, í tíðindaskrivi frá stovninum.

Sambært NGO Shipbreaking Platform hava Evergreen, Korea Line, Precious Shipping og Thoresen Thai Agencies seinastu trý árini selt 20 skip til beaching-verk í Suðurasia.

Kelda: soefart.dk