* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norra skal hava trý nýggj sjóverjuskip

Norska stjórnin fer í næstum at leggja uppskot fyri Stórtingið um at byggja trý nýggj vaktarskip við tyrlupalli. Tey skulu avloysa gomlu Nordkapp-skipini, sum eru vorðin ótíðarhóskandi.

Tað upplýsir norski verjumálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen, í eini tíðargrein í Fiskaren.

Nýggju skipini fáa dupultmanning til tess at økja um virksemið hjá sjóverjuni framvið norsku strondini og í Barentshavinum.

Nýggju skipini skulu byggjast á norskari skipasmiðju, og samráðingar eru í løtuni við Vard-skipasmiðjuna um uppgávuna.

Fyribils eru 294 miljónir krónur settar av til endamálið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018.

Kelda: fiskaren.no