* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norrøna fer av Havnini.

Norrøna gevst at sigla ferðafólk í 14 dagar

Nú hevur Smyril Line tikið avleiðingarnar av vandanum fyri coronavirusinum, Covid-19. Ímillum túrarnar til Hirtshals 12. mars og til 28. mars verður ikki siglt við ferðafólki – bara farmi.

 

Norrøna sigur millum annað soleiðis á heimasíðuni:

 

“Góðu ferðandi

 

MS Norröna siglir av Havnini til Hirtshals hóskvøldið 12. mars og úr Hirtshals til Havnar leygardagin 14. mars. Øll, ið ikki enn eru farin avstað, og hvørs endamál ikki er at ferðast heim, fáa ikki loyvi at ferðast við MS Norrönu. 

 

Øll ferðafólk, sum ikki hava tørv á at ferðast, fáa ikki loyvi at ferðast við MS Norrönu.

 

MS Norröna siglir ikki til Íslands 16. mars. 

 

Eftir ætlan siglir MS Norröna eftir vanligari ferðaæltan 28. mars 2020.

 

Smyril Line sigur víðari:

Vit taka støðuna viðvíkjandi Coronavirus  “COVID-19” í størsta álvara og geva trygdini hjá okkara viðskiftafólki og starvsfólki hægstu raðfesting.

Vit halda eyga við dagføringum og leiðbeiningum frá viðkomandi mynduleikum og heilsuskipanum úr londum, vit hava tætt samstarv við.

Fyri at vera vís í tryggleikanum hjá okkara viðskifta - og starvsfólki, leggja vit áherðslu á fyribyrgjandi fyrivarni og soleiðis forða fyri spjaðing av møguligum Coronavirus umborð á Norrønu.

- Kunningaruppsløg, ið vísa á reinføristiltøk, ið forða fyri spjaðing av virusinum – grundað á leiðureglur frá heimsheilsustovninum.

- Vaksa um títtleikan av fyribyrgjandi reingerð og sóttreinsan av: Nógv nýttum lutum, so sum hurðahondtøkum, kontaktum, telefonum v.m. – Øktum møguleikum fyri handvaski og sóttreinsan á almennum økjum, fyri at verja um reinføri.

- Starvsfólk verða vegleidd um at vera heima, um hesi uppliva COVID-19 sjúkueyðkenni – ella um tey, innanfyri 14 dagar, áðrenn sjúkueyðkenni byrjaðu – vóru verandi í umráðum – har ein størri útbreiðsla av COVID-19 er staðfest.

- Um ein ferðandi ætlar sær umborð á Norrønu og hesin hevur Coronavirus sjúkueyðkenni, ella hevur fepur - verður viðkomandi burturvístur frá kekk-inn.

Fyri hvørja einstaka fráferð, fara vit at ráða ferðandi til at fylgja seinastu leiðbeiningum frá heimsheilsustovninum, skrivar Smyril Line.