* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norröna í dokk í Svøríki eftir maskinbrek

700 ferðafólk fingu eitt óvæntað langt uppihald umborð á Norrönu, sum leygardagin varð rakt av maskinbreki, sum forðaði ferjuni í at koma til Hirsthals. Ikki fyrrenn 10 tímar seinni enn ætlað, eydnaðist einum sleipibáti at sleipa Norrönu í havn.

Norröna fór í gjáramorgunin til Øresunds skipasmiðjuna í Landskrona, har hon skal í dokk, eftir at ferjan fyrrapartin leygardagin noyddist at gevast við at sigla til Hirtshals við egnari megi.

Norröna fekk maskinbrek ein tíma áðrenn hon skuldi vera í Hirtshals um middagsleitið leygardagin. 10 tímar seinkað kom hon kl. 23.30 leygarkvøldið í havn við hjálp av einum boðsendum sleipibáti.

700 ferðafólk úr Føroyum til Danmarkar fingu eitt óvæntað langt uppihald umborð, meðan ferðafólk, ið skuldu øvugta vegin noyddust at brynja seg við toli.

Ferðafólk til Føroya fingu tilboð um at fara umborð og sigla við til skipasmiðjuna í Landskrona, áðrenn Norröna fór úr Hirtshals klokkan 5.42 í gjáramorgunin.

Norröna kom til Landskrona um seks-tíðina í gjárkvøldið. Stívliga 200 ferðafólk eru umborð. Meginparturin av teimum kemur heim við leiguflogfari frá Atlantic Airways í morgun, upplýsir Smyril Line.

Norröna fer væntandi úr aftur Landskrona í morgin við beinleiðis kós til Føroya. Eftir ætlan verður hon á Havnini mikukvøldið ella hósmorgunin.

Kelda: maritimedanmark.dk, kvf.fo