* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skip hjá Solstad Ohffshore.

Norska maskinmeistarafelagið, Dnmf, hevur í sambandi við eina fráboðan um eitt arbeiðsrættarmál fingið norska reiðarafelagið at venda í málinum um at afturrinda fyri útreiðslur av sóttarhaldi í útlandinum í sambandi við heimferðir.

 

Starvsfólk í reiðaríum undir Offshore Service-sáttmálanum, sum til dømis Solstad Offshore AS, fáa nú allar útreiðslur til sóttarhaldshotell endurgoldnar uttan mun til longd á sóttarhaldinum – saman við øðrum ferðaútreiðslum.

 

Norska Maskinmeistarafelagið skrivar á heimasíðu síni, at hetta í veruleikanum leingi hevur staðið í sáttmálanum, bæði at starvsfólk ikki skulu gjalda fyri útreiðslur í sambandi við heimferð, og tá ið tað er nevnt, at neyðugt er at gista á hotelli.

 

Norska reiðarafelagið, Solstad Offshore, sum er størsta sum nógvir føroyingar sigla við, og onnur frálandsreiðarí hava altso givið seg í hesum málinum og taka nú undir við, at endurgjald eisini er galdandi fyri longri sóttarald í sambandi við heimferðir.

 

Kelda: Dnmf