* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska blendingsferjan, Festøya.

Tað var norska blendingsferjan, Festøya, sum vann Shippax Ferry Award 2021, sum júst er latin í sambandi við Shippax Ferry Conference. LMG Marin hevur ment ferjuna í samstarvi við Remontowa Shipbuilding-skipasmiðjuna í Póllandi.

 

Festøya varð handað norska ferjureiðarínum, Norled, í juni í fjør og siglir nú á einari farleið millum júst Festøya og Solvågen í Noregi.

 

Ferjan er av slagnum, LMG 120-DEH, og hon er útgjørd við blendings framdrátti. Hendan ferjan er eisini millum orkuvinarligastu ferjurnar í sínum flokki.

 

Ravløðini hjá Festøya verða lødd hvørja ferð, skipið er í havn, og tað er vanliga einar 11 minuttir í senn. Dieselmotorarnir umborð verða riknir við biodiesel, og teir verða bara nýttir í neyðstøðum.

 

Kelda: Maritimedanmark

 

Niðanfyri sært tú sjónbandamyndir av ferjuni.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=2bus4MuCuQo]
Sjónbandamyndir av blendingsferjuni, Festøya.