* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norsk fregatt er nú komin upp úr sjónum

Norska fregattin, KNM Helge Ingstad, er nú komin heilt upp úr sjónum, og er fest í lektaran, Boabarge 33, áðrenn hon verður flutt seinasta teinin til Haakonsvern uttanfyri Bergen.

 

Fleiri miðlar skriva nú, at bjargingararbeiðið at hevja Helge Ingstad upp av botni, fer at kosta nógv meira enn higartil hildið. Roknað hevur verið við, at kostnaðurin fór at liggja um hálva milliard norskar krónur, men tann kostnaðurin kann hækka rættiliga nógv, um øll tey førini, sum hjálptu at fáa fregattina inn á grunt vatn beint eftir samanstoytin, fara at krevja endurgjald fyri teirra part av bjargingini.

 

Eitt stórt alibrúk, sum lá í økinum, har fregattin sakk, noyddist at flyta allan sín alifisk úr økinum orsakað av vanda fyri oljudálking frá Helge Ingstad, og tað kostaði nógvan pening. Felagið, sum eigur alibrúkið, fer væntandi at krevja endurgjald.

 

Kelda: Maritime Danmark