* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norsk fregatt verður seld til upphøggingar

Norska stjórnin noktar at umvæla fregattina, Helge Ingstad, eftir skipbrotið í fjør. Mett verður, at tað fer at kosta millum 12 og 14 milliardir norskar krónur at seta fregattina í upprunaligan stand, og tá er bíligari at keypa eina nýggja.

 

Avgerðin hjá norsku stjórnini byggir á eina støðumeting hjá Forsvarsmateriell, sum metir kostnaðin fyri at umvæla fregattina til millum 12 og 14 milliardir norskar krónur. Samstundis knýtir ein ávís óvissa seg til umvælingina.

 

- Skipbrotið hjá Helge Ingstad hevur stórar avleiðingar fyri norsku verjuna. Vit hava stór havøki og eina langa strandarlinju. Gott eftirlit á sjónum er ómetaliga týdningarmikið fyri landið, sigur norski verjumálaráðharrin, Frank Bakke-Jensen.

 

Hann hevur biðið verjuovastan um eitt “fak-hernaðarlig ráð um, hvussu operasjónella orkan kann endurvinnast.”

 

Roknað verður við, at ein nýggj fregatt fer at kosta einar 11-13 milliardir norskar krónur.


Kelda: Maritime Danmark/NRK