* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

“Stadt Naval” í Gjerdsvika er komið við í European Naval Industry Consortium, sum skal smíða millum 15 og 20 hernaðarfør um árið komandi árini.

 

- Tað er nakað heilt serstakt at vera við í einum slíkum samtaki, sigur stjórin í Stadt Naval, Hallvard Slettevoll.

 

Samtakið, sum italska Fincantieri, franska Naval Group og spanska Navantia standa á odda fyri, skulu smíða 15-20 hernaðarfør – millum annað korvettir, fyri herin í fleiri londum í Evropa. Og Stadt Naval fær ein týdningarmiklan leiklut í verkætlanini.

 

- Vit skulu hava ábyrgdina av at menna eina nýggja framdráttarskipan til hesi hernaðarskipini. Bæði kervi, skrúvu og ravmagns-framdráttarmegi sum talvur og líknandi, sigur Hallvard Slettavoll.

 

Slettevoll sigur eisini, at avtalan merkir, at fleiri fólk verða sett í starv í fyritøkuni, og samstundis merkir avtalan eisini, at arbeiðsplássini hjá verandi starvsfólkum eru tryggjað.

 

Kelda: Maritimt.com